Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

Oktober veðrið var gott Sev veður við vindi og regni, og hetta sæst aftur í elframleiðsluni.

Eftirspurningurin eftir elorku var nøkulunda tann sami í oktober í ár sum í fjør, t.e. góðir 44 GWt, men burðardyggi parturin var góð 26 prosentstig hægri. Tilsamans kom burðardygga framleiðslan upp á 78% av samlaðu framleiðsluni, meðan oljan stóð fyri 22%.

Býtið var soleiðis: vatnorka 39%, vindorka 37%, olja 22% og biogass og sól 2%.

 

Í Suðuroy merktist heystveðrið soleiðis, at elframleiðslan í oktober var knøpp 92% burðardygg orka, meðan oljuframleiðslan á Vágsverkinum stóð fyri 8%. Burðardyggu orkukeldurnar vóru býttar á 57% vindorku, gott 34,5% vatnorku og rest sólorku. Oktober í fjør sá nakað øðrvísi út í mun til grøna orku. Bæði tí, at vatnorkuverkið í Botni var óvirkið og tí at eftirspurningurin og harvið samlaða framleiðslan var 10% hægri í oktober í fjør.

 

Vágsverkið hevur brúkt 52 tons av olju allan oktober mðr. og í september kom tonsatalið upp á 46. Til samanberingar brúkar Sundsverkið í miðal 125 tons av olju um døgnið.

01.10.2026
Sev 80 ár