Heimsins longsti sjókaðal í ólagi

Tað fer at taka í minsta lagi tíggju vikur at umvæla brekið á streymkaðalinum millum Norra og Holland.

NorNed-streymkaðalin millum Norra og Holland verður úr rakstri í í minsta lagi tíggju vikur.

Eitt brek er á kaðalinum, 300 metrar úr hollendsku strondini. Teir vóru varugir við brekið í gjárkvøldið.

Kaðalin gongur úr Feda í Norra til Eemshaven í Groningen í Hollandi.

Felagið TenneT arbeiðir nú við at umvæla brekið. Roknað verður við, at arbeiðið fer at taka í minsta lagi tíggju vikur, alt eftir veðrinum í umráðnum og útgerðini, ið skal brúkast, upplýsir norska Statnett.

580 kilometrar langur

Statnett sigur, at veitingartrygdin í Norra er góð, hóast NorNed-kaðalin nú er úr rakstri.

Kaðalin er heimsins longsti undirsjóvar orkukaðal. Hann er 580 kilometrar langur og hevur ein kapasitet upp á 700 megawatt. Tað svarar til streymnýtsluna hjá helminginum av Oslo ella helminginum av Amsterdam, skrivar Teknisk Ukeblad.

Kaðalin varð tikin í brúk í 2008, men trupulleikar hava verið við honum fleiri ferðir. Veturin 2010 var hann úr rakstri í nærum tríggjar mánaðir.



17.03.2025
Earth Hour 2025
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum