
Heimasíðan elbil.fo, sum higartil hevur verið portalurin fyri almenna elbilaløðing og gjalding, verður nú tikin niður.
Almennu løðistøðirnar eru í staðin fluttar yvir í nýggju Elbil appina, soleiðis at elbilaeigarar hava samlað yvirlit yvir allar løðingar á einum stað - almenna løðing eins væl og heimaløðing.
Teir kundar, sum hava pening innistandandi á kontu á elbil.fo, fáa peningin fluttan yvir í 'toymismappuna' í appini, og kunnu tí nýta peningin til at rinda fyri almenna løðing, ella flyta hann inn á bankakontuna.