Hátíðarligur dagur hjá Sev

Hátíðarligur dagur hjá Sev

Tað var ein sannur hátíðardagur, tá ið Hákun Djurhuus, stjóri, handaði Tove Brink heiðursmerkið frá kongi fyri trúgva tænastu í fýrati ár, og Herluf Mortensen var heiðraður fyri síni 45 á Sev. 

Familja og starvsfelagaðar vóru savnað til hátíðarhald, og Hákun Djurhuus, stjóri, og Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið, fluttu fram røður fyri Tove og Herluf.

”Felags fyri Tove og Herluf er, at tey eru bæði stilfør, men ótrúliga arbeiðssom. Tað skuldu bara eitt ella tvey orð til, so koyrdu verkætlanirnar við fullari ferð. Tove teknaði og var ómetaliga nærløgd og trúðføst, meðan Herluf helt skil á øllum tí formella. Tá kundu vit hvíla í, at alt var 100% í lagi.
Ein rúkandi menning er farin fram hesi 40-45 árini hjá Sev, og tit hava bæði tvey sanniliga gjørt mun á hvør sín hátt” segði Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið.

Samstundis sum Tove og Herluf vórðu heiðrað, var hetta eisini fráfaringarløta teirra. Tove hevur lagt blýantin frá sær og sløkt telduna seinastu ferð á Sev og fer nú at njóta arbeiðsfría lívið, meðan Herluf verður knýttur at Sev eina tíð afturat.

Vit ynskja Tove og Herluf allarbestu eydnu og blíðan byr.

Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið, Tove Brink og Herluf Mortensen


Tove kortlegði elnetið
Tann fyrsta uppgávan hjá Tove hjá Sev var at kortleggja kaðlar, sum longu vóru lagdir. Í teimum døgum lá vitanin um linjur og kaðlarnar mest inni í høvdinum á gomlum linjumonnum, so tosast mátti nógv við teir.

Eftir jólaódnina í 1988, sum fór serstakliga illa við luftlinjunum, byrjaði eitt miðvíst arbeiði í Sev við at leggja linjurnar í kaðal, fyri at verja netið, og tá blivu leiðingarnar teknaðar og skrásettar so hvørt. Tað  var alt gjørt við hond og pappíri, og hetta var uppgávan hjá Tove. Síðani tá eru megnar framstig gjørd innan talgilding av skrásetingum og korttilfari, sum avgjørt hevur effektiviserað og lætt um arbeiðið hjá øllum pørtum.

Hóast uppgávan grundleggjandi er tann sama í dag sum tá, tvs. at halda stýr á dátum og verkætlanum, so eru arbeiðsamboðini og nøgdin av dátum nógv broytt.

Tove Brink og Hákun Djurhuus


Herluf fann sítt lívsstarv á Sev
Tann 1. mai í ár hevur Herluf Mortensen, verkfrøðingur á verkfrøðideildini, verið í føstum starvi hjá Sev í 45 ár. Men longu tá hann sum 25 ára gamal byrjaði í 1981, hevði hann gott innlit í virksemið, sum skuldi blíva hansara lívsstarv, tí meðan hann las verkfrøði í Keypmannahavn, arbeiddi hann í tíðarskeiðum fyri Sev. Bæði á sumri 1979 á elverkinum í Botni sum arbeiðsmaður, og summarið árið eftir, tá hann var vakthavandi á Fossáverkinum í avloysarastarvi.

Øgiliga nógv er hent hesi 45 árini, Herluf hevur verið partur av Sev. M.a. hevur hann verið við til at stovna og leiða tvær nýggjar deildir, Innleggingardeildina og projekteringsdeildina.
Fyrstu tíðina var arbeiðsstaðurin á skrivstovuni hjá Sev í Magnus Heinasonargøtu í Tórshavn, men Herluf var eisini nógv á høvuðsskrivstovuni hjá Sev í Vestmanna, áðrenn hann hevði sín gerandisdag á Landavegnum í Havn.

Hákun Djurhuus og Herluf Mortensen