Grønur februar í Suðuroy

Grønur februar í Suðuroy

Vindorkan gjørdi munin

Aðruhvørja ferð, suðringar tendraðu ljósið í februar, kom streymurin úr varandi orkukeldum. Vindorka, vatnorka og sólorka stóðu fyri tilsamans 52 prosentum av elframleiðsluni í Suðuroy í februar.

Tað var serliga vindorkan, sum gjørdi munin í februar. Vindmyllulundin í Porkeri framleiddi 1.052 MWt, sum er góð 36 prosent av samlaðu framleiðsluni, meðan vatnorkuverkið í Botni framleiddi 458 MWt, sum er 16 prosent av framleiðsluni.

Elframleiðslan úr olju kom upp á 48 prosent av samlaðu framleiðsluni, og hetta kann samanberast við februar í fjør, tá oljuframleiðslan var góð 86 prosent.

Klára veðrið í fyrru helvt av februar hevði við sær, at sólorkulundin í Sumba framleiddi lutfalsliga nógv; nærum fimm MWt, sum svarar til mánaðarnýtsluna hjá á leið 16 húskjum. 22. februar var besti dagurin í Sumba, tá framleiðslan kom upp á 464 kWt.

Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroy var 7,8 prosent hægri í februar í ár enn í fjør.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking