SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Grønur desember

Grønur desember

Grønur desember

Í tilsamans 3,35 samdøgur var elframleiðslan yvir 80% grøn í desember 2020. Í miðal vóru 58% av elframleiðsluni burðardygg.

Váta og lutfalsliga lýggja veðrið í desember 2020 merkti, at serliga vatnorkuframleiðslan royndist væl, og var 15% hægri enn í desember 2019. Tilsamans 58 prosent av framleidda streyminum vóru burðardygg og stavaðu frá annaðhvørt vatni, vindi, sól ella biogassframleiðslu.

Góðir 21 burðardyggir GWt vóru framleiddir í desember, og í tilsamans 3,35 samdøgur var elframleiðslan yvir 80% grøn. Burðardygga framleiðslan í desember árið fyri kom upp á 19 GWt.

Prosentbýtið í desember 2020 var 42% olja, sløk 43% vatnorka, meðan vindorkan kom upp á 14%. Vindorkuframleiðslan  hevur ikki hilnast væl í 2020, orsakað av m.a. generatorbrekum á fleiri av myllunum í Neshaga og í Húsahaga.

Vindorkutølini í desember umfata framleiðslu í Húsahaga, Neshaga, Porkeri og í vindmyllulundini hjá Røkt í Vestmanna.

Biogassframleiðslan var gott og væl 1 prosent av samlaðu framleiðsluni, sum svarar til nýtsluna hjá uml. 1200 húskjum. Sólorkuframleiðslan í desember náddi 0,77 MWt, sum ikki gevur útslag í samlaða prosentbýtinum.

Tað regnaði meira, meðan nakað minni var av vindi í desember 2020 í mun til desember 2019. Avfallið í desember 2020 var 385,5 mm í mun til 358,6 mm í desember 2019.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking