Góður september mánaði í mun til varandi orku

Góður september mánaði í mun til varandi orku
Elframleiðslan í 3. ársfjórðingi 2019

Váta veðrið í september royndist væl í mun til varandi orku. Samanlagt vórðu 50,1 prosent av samlaðu framleiðsluni í september framleidd úr vatni og vindi. Í september í fjør var talið 46,2 prosent.

Vatnorkuframleiðslan var heili 25 prosent hægri í september í ár í mun til september í fjør. Tilsamans framleiddu vatnverkini hjá SEV 11,3 Gigawatt tímar. Miðal vatnframleiðsla í september er annars 10 GWt. Eisini vindúrtøkan var betri í september í ár, t.e. 5,3 GWt í mun til 4,9 GWt í fjør. Miðal úrtøka fyri september er vanliga 5 GWt. Elframleiðsla úr olju var 16,4 GWt, sum er á sama støði sum í september í fjør.

Góða summarið og brek á myllum í Neshaga síggjast aftur í tølunum

Góðu tølini fyri september eru tó ikki galdandi fyri árið sum heild. Higartil í ár hevur býtið millum varandi orku og olju verið ávikavist 38 prosent og 62 prosent av samlaðu elframleiðsluni. Býtið millum vatn og vind var ávikavist 24 prosent vatnorka og 14 prosent vindorka.

Serliga er tað elframleiðslan úr vindorku, sum er minkað í mun til sama tíðarskeið í fjør. 2018 var higartil besta árið til úrtøkuna av vindorku, og afturgongdin higartil í ár hevur verið góð 14 prosent, meðan afturgongdin fyri vatnorkuframleiðsluna var góð 3 prosent.

Varandi orkukeldur er óstøðugar orkukeldur, og tí er natúrligt, at úrtøkan úr varandi orkukeldum sveiggjar frá ári til ár. Tað sveiggjar bókstaviliga í mun til veður og vind, og avbera góða summarveðrið, ávirkaði sjálvsagt úrtøkuna av vatnorku og vindorku.

- Tó er hetta ikki einasta orsøkin til, at úrtøkan serliga úr vindi er minkað, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri elframleiðsluna hjá SEV. Ólag hevur verið á tveimum myllum í Neshaga og serliga var tað tað eina brekið, sum tók langa tíð at umvæla. Tá ein mylla stendur still vegna brek, fer vindurin fyri skeytið, og tað sæst aftur í framleiðslutølunum.

Eftirspurningurin eftir elorku veksur støðugt

Vøksturin í eftirspuringinum eftir elorku heldur fram, og elframleiðslan við endan av triðja ársfjórðingi í ár lá 10 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Higartil í ár eru framleiddir 277 GWt í mun til 252 GWt sama tíðarskeið í fjør.

Til samanberingar kann sigast, at fyri 10 árum síðan vórðu framleiddir 201 GWt sama tíðarskeið, og fyri 20 árum síðan var talið 146 GWt, t.e. nærum 100 prosents vøkstur í 20 ár.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking