Góð 56 prosent grøn orka í mars

Góð 56 prosent grøn orka í mars

Vatn, vindur, biogass og sól stóðu fyri væl og virðiliga helminginum av elframleiðsluni til føroyska samfelagið í marsmánað 2021. Í tilsamans 2,24 samdøgur var elframleiðslan oman fyri 80 prosent grøn.

Eftirspuringurin eftir elorku var hægri í mars í ár enn í fjør, tá virksemið í samfelagnum minkaði nakað vegna koronufarsóttina. Elframleiðslan í mars í ár var 34,3 GWt í mun til 33,4 GWt í fjør. Tá fólk brúktu allarmest, kom løtuframleiðslan upp á 56 MW.

Tað var serliga vatnorkuframleiðslan, sum royndist væl í mars. Slakir 14 GWt, sum svarar til 39,6 prosent av samlaðu framleiðsluni, stavaðu úr vatnorku. Hetta er samstundis nærum dupult so nógv sum í mars í fjør, tá vatnorkuframleiðslan ikki hilnaðist líka væl og bert var góðar 7 GWt. Framleiðslan úr olju kom upp á smá 44 prosent, meðan vindur og biogass stóðu fyri ávikavist 15 og 1,7 prosentum.

Sólorkuframleiðslan í Sumba kom upp á góðar 14 MWt í mars, sum svarar til miðal mánaðarnýtsluna hjá 46 húskjum og 0,04 prosent av samlaðu framleiðsluni. Besti dagur til sólorkuframleiðslu var 29. mars, tá sólorkuframleiðslan kom upp á 0,9 MWt.

Biogassframleiðslan kom upp á 584 MWt, sum svarar til miðal mánaðarnýtsluna hjá á leið 1872 húskjum.

01.10.2021
SEV 75 ár
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking