Gjald aftur á almenna elbilaløðing

Gjald aftur á almenna elbilaløðing

Nú verður gjald aftur kravt fyri løðing á almennu løðistøðunum.

Vegna tøkniligar avbjóðingar millum skipanirnar hjá okkara veitarum, hevur í eitt tíðarskeið ikki borið til at avgeiða gjald fyri almenna løðing, og elbilaeigarar hava tískil kunna løtt bilin ókeypis á almennu løðistøðunum. Hesar avbjóðingar eru nú loystar, og til ber aftur at seta pening inn á kontu á elbil.fo, og frá týsmorgni 26. juli kl. 8, verður gjald aftur kravt fyri løðing.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking