Gjald á heimaløðistøðir

Gjald á heimaløðistøðir

Heimaløðistøðir til elbilar hava í eini royndartíð verið ókeypis at leiga frá SEV.

Frá 1. januar 2023 verður mánaðarligt fast gjald sett á hesar løðistøðir. Fasta gjaldið er 89 kr. v/mvg pr. mðr., og verður goldið umvegis mánaðaruppgerðina hjá SEV.

Íroknað fasta gjaldið fyri løðistøðirnar er haldaragjald, sim-kort, vegleiðing, tænasta, fjarstýrt viðlíkahald v.m.

Vit avgjørdu at lata løðistøðirnar út til leigu ókeypis í eini royndartíð fyri at tryggja, at fólk løddu bilin heima á tryggan hátt, og nú tann royndartíðin er av, verður gjaldið verksett”, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið hjá SEV.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking