Fyrsti ársfjórðingur 49 prosent grønur

Fyrsti ársfjórðingur 49 prosent grønur

Fyrstu 3 mánaðirnar í 2021 kom grøna elframleiðslan samanumtikið upp á smá 49 prosent av samlaðu framleiðsluni.

Metkalt var í januar og inn í hálvan februar, og hetta hevði við sær frostbinding, sum minkaði munandi um vatnorkuframleiðsluna, umframt at stilla veðrið tarnaði vindorkuframleiðsluni. Seinna helvt av februar og stóran part av mars var lýggjari í veðrinum og nógv regn. Hetta hevði við sær, at ferð kom á vatnorkuframleiðsluna.

Eisini øktist miðalvindferðin í Húsahaga úr 7,8 m/sek í januar í 11,9 m/sek í februar, og í Neshaga øktist miðalvindferðin úr 8,3 m/sek í januar í 13,4 m/sek í februar. Tí hilnaðist vindorkuframleiðslan betur í februar enn í januar, og ein av myllunum í Neshaga setti met við knøppum 425 framleiddum MWt. Gamla metið varð sett í Húsahaga í 2018.

Í meginøkinum var elorkuframleiðslan oman fyri 80 prosent burðardygg í tilsamans 9 dagar í februar. Samanlagt var elorkuframleiðslan í februar gott og væl 53 prosent burðardygg.

Burðardygga framleiðslan í januar var 38 prosent, meðan hon í februar og mars var ávikavist 53 og 56 prosent burðardygg. Samanlagt fyri ársfjórðingin var burðardygga framleiðslan 49 prosent.

Býtið millum orkukeldurnar í fyrsta ársfjórðingi var ávikavist olja 51, vatn 32, vindur 15, biogass sløk 2 og sól 0,02 prosent av samlaðu elorkuframleiðsluni.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking