Framgongd í sjóvarfalsorkuverkætlanini

Framgongd í sjóvarfalsorkuverkætlanini

Royndarkoyringin av Deep Green 100 sjóvarfalstøknini hjá Minesto í Vestmannasundi gongur væl

“Í løtuni fara vit stigvíst ígjøgnum ætlanina við royndarkoyringini, sum skal enda við framleiðslu inn á føroyska elnetið. Higartil hava vit gjøgnumført kanning av høvuðsfunktiónunum við DG100 tøknini, t.d. útseting av drekanum, innafturtøka, fjarstýring av drekanum í sjónum, á kyrrindum, umframt elframleiðslutøknina”, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

Eitt 15-manna stórt toymi hjá Minesto er á staðnum í Vestmanna fyri at gjøgnumføra royndarkoyringina av sjóvarfalstøknini. Hetta eru folk frá framleiðslutoyminum í Svøríki og rakstrartoyminum úr Stóra Bretlandi.

“Toymið ger eitt megnararbeiði fyri at vit kunnu koma nærri elframleiðslu inn á netið”, sigur Martin Edlund.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking