
Íslendski forsetin Halla Tómasdóttir og maður hennara Bjørn Skúlason eru í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum, og sjálvandi eisini hjá Sev. Við teimum er eitt fylgi av íslendskum vinnulívsfólki. Løgmaður er vertur fyri vitjanina.
Forsetin var sera áhugað í at hoyra um, hvussu Sev og Føroyar arbeiða við orkuskiftinum og fram ímóti eini sjálvbjargnari og burðardyggari elveiting. Serliga áhugað var hon í at hoyra um vindorku, battarískipanir og sjóvarfalsorku. Í Íslandi eru tey nýliga byrjað at byggja út við vindorku, og hon vildi m.a. hoyra nærri um, hvussu langa tíð tað kann taka í Føroyum at fáa eina vindmyllulund upp at koyra, t.e. frá avgerð um staðseting til virkna framleiðslu.
Haraldur Hammer, nevndarformaður tók ímóti, Hákun Djurhuus, stjóri bjóðaði vælkomin og Terji Nielsen, menningarleiðari legði fram og svaraði spurningum.
I'm impressed - well done! segði forsetin, áðrenn hon fór víðari inn í Eysturoynna og haðani til Klaksvíkar.


Myndir: Bjarni Árting Rubeksen