
Hjá Sev eru í løtuni fleiri spennandi størv leys at søkja.
Vit sóknast m.a. eftir nærløgdum og tænastusinnaðum skrivstovufólki til Elbiladeildina hjá Sev at byrja 1. apríl 2026 ella eftir nærri avtalu.
Elbilaøkið er í støðugari menning og fyri slóðbrótandi broytingum. Sum liður í arbeiðnum við grønu kósini setir Sev upp almennar løðistøðir kring alt landið, og veitir harumframt løðistøðir til privatar og vinnuligar kundar. Freistin at søkja er 16. februar
Les meira um starvið
Skrivstovufólk til Elbiladeildina
Umsitari av viðlíkahaldsskipanini
Hevur tú tøkniliga bakgrund og góðar telduførleikar? Hjá Sev leggja vit dent á røkt av okkara ognum og framleiðslutólum gjøgnum framkomnar tøknligar loysnir. Vit leita tí eftir einum eldhugaðum starvsfólki til at umsita okkara viðlíkahaldsskipan (EAM), API PRO.
Sum umsitari hevur tú ábyrgd av at umsita og menna EAM-skipanina, tryggja optimala atkomu og avrik, umframt at stuðla brúkarum hjá Sev. Tú fert at arbeiða tætt saman við ymiskum deildum fyri at tryggja, at skipanin stuðlar okkara tørvi, og stuðlar undir effektivum rakstri og viðlíkahaldi av ognum hjá Sev. Freistin at søkja er 12. februar.
Les meira um starvið