Filmur - orka í Norðurlondum

Filmur - orka í Norðurlondum

'Norðurlendskar loysnir til altjóða avbjóðingar' er slagorðið í áhugaverdari filmsrøð, sum Nordic Energy Research undir Norðurlandaráðnum hevur latið gera um arbeiðið í Norðurlondum at loysa avbjóðingina við burðardyggum orkuloysnum. Ymiskt er, hvørjum orkukeldum verður arbeitt við í teim ymsu londunum.

Tað finst ikki bara ein røtt loysn, verður m.a. sagt.

Hetta er 6 av 8 filmum. Terji Nielsen, menningarleiðari og Helma Maria Tróndheim, orkuverkfrøðingur umboða SEV í filminum, meðan Kári Mortensen, deildarleiðari á Orku greiðir frá vegna Umhvørvisstovuna.

Filmurin er 10 minuttir til longdar og føroyski parturin byrjar uml. 3.40.

Sí filmin á YouTube

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking