Fíggingin til Mýruverkið II fingin til vega

Fíggingin til Mýruverkið II fingin til vega

Neyðuga fíggingin til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna er fingin til vega frá føroyskum og útlendskum lánveitarum

Seinasti parturin av samlaðu fíggingini kom upp á pláss, tá forstjóri í norðurlendska Íløgubankan um NIB og stjóri og nevndarformaður í SEV skrivaðu undir eitt fimtan ára langt lán upp á 250 mió. kr.

Avtalan við NIB er ein av fleiri lánsavtalum, sum samráðst hevur verið um. Avtalur eru gjørdar við peningastovnar og tryggingarfeløg í Føroyum, norðurlondum og Amerika.

Ein partur av fíggingini er avtala um tøkan kreditt á 650 mió. kr. frá einum samtaki av føroyskum og norðurlendskum fíggingarstovnum, t.e. Skandinaviska Enskilda Banken sum fyrireikari saman við Betri Banka, BankNordik og Lív, og harumframt er ein partur av fíggingini læntur frá amerikanskum lív- og heilsutryggingarfeløgum.

Alt í alt eru skuld og trekningsrættir uppa 1,3 mia. kr. endurfíggjað, og harafturat er nýggj figging uppá 0,9 mia. kr. fingin til vega til íløgur komandi árini, herundir íløguna í pumpuskipanina.

Verkætlanin við pumpuskipan í Vestmanna – Mýruverkið II – er størsta verkætlan hjá SEV nakrantíð, og samstundis ein av størstu verkætlanum í Føroyum.

Arbeiða við loyvum

Mýruverkið II, sum ætlandi skal standa liðugt í 2027-2028, er krumtappurin í framtíðar burðardyggari elframleiðslu, og fer væntandi at spara samfelagnum fyri 55 GWt framleiddir úr olju árliga, sum svarar til uml. 12.000 tons av olju, umframt at CO2 útlátið minkar við 35.000 tonsum.

Higartil eru fígging og framleiðsluloyvi fingin til vega. Harafturat verður arbeitt við at útvega m.a. byggiloyvi, avtalu um lendi, loyvi frá friðingarmyndugleikanum og góðkenning av umhvørvisárinsmeting.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking