Tað var feilur á eini endamastur á Eiðisskarði, sum var orsøk til streymslit í parti av Eysturoy fríggjamorgunin.
Nógvur vindur var, Norðskálalinjan datt út og hetta ávirkaði streymveitingina. Eftir hálvan tíma høvdu tey flestu fingið streymin aftur, men fólk í Funningi, við Gjógv og í Elduvík máttu bíða lítlan hálvan tíma afturat.