
Eitt stórt graviarbeiði hevur verið og er enn í gongd í Sandoynni, sum væntast liðugt um ársskiftið. Tað er kaðalsambandið frá koplingarstøðini á Sandi suður til Skálavíkar, soleiðis at smoltstøðin er ein teymur fyri seg sjálvan. AP Bilar stendur fyri grevstrinum, og Kristian Stórhamar hevur átikið sær boriarbeiðið.
Hetta sambandið verður m.a. ført um Traðarhamaran, og í løtuni verða hol borað niður í hamaran fyri at kunna føra leiðingina ígjøgnum.