Trívist tú við at ráðgeva í løgfrøðiligum spurningum – serliga á privat- og byggirættarliga økinum?
Viðkomandi, ið settur verður, skal eisini hava kunnleika til ella royndir innan fyrisitingarrættin, og við at samstarva og samskifta við kommunur og almennar myndugleikar.
Starvið
Talan er um nýtt fulltíðarstarv, sum tú verður við til at mynda í samráð við leiðsluna hjá Sev. Tú verður fakliga ímyndin av “løgfrøðiliga vanganum” hjá Sev, og er einasti løgfrøðingur hjá Sev, sum burturav er settur sum løgfrøðingur.
Løgfrøðingurin hevur tilvísing til deildarstjóran fyri fyrisitingarliga økið hjá Sev, starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni hjá Sev á Landavegnum í Tórshavn.
Starvsøkið verður fjølbroytt. Tú fert at samstarva við leiðslu, deildir hjá Sev, samstarvs-partnarar innan tekniska og fyrisitingarliga økið, kommunur, myndugleikar, eftirlit og aðrar áhugabólkar.
Freistin at søkja starvið er 13. oktober. Les meira um starvið