Elorkuframleiðslan 40% grøn fyrra hálvár 2021

Elorkuframleiðslan 40% grøn fyrra hálvár 2021

Vit brúka streym sum ongantíð fyrr. Fyrra hálvár í ár vórðu framleiddir 202 GWt, sum higartil er tað mesta fyri fyrra hálvár.

Gott og væl 81 av hesum GWt vóru grøn orka; framleidd úr ávikavist vatni, vindi, biogassi og sól. Grøna orkuframleiðslan var góð 7 prosent hægri enn fyrra hálvár í fjør.

Serliga er tað vindorkan, sum er økt, og tað er í stóran mun vindmyllulundin í Porkeri, sum ikki var virkin í fjør, sum ger munin. Vindorka vaks við góðum 20 prosentum og eigur fyrra hálvár 2021 eitt býti av framleiðsluni á 14%. Biogass stóð fyri 1,47 prosentum, meðan vatnorkuframleiðslan var eitt vet lægri, t.e. 24 prosent av samlaðu framleiðsluni, í mun til 26 prosent í fjør. Biogassframleiðslan hjá Førku var ikki partur av býtinum fyrra hálvár í 2020.

Eisini sólorkuframleiðslan royndist betur fyrra hálvár í ár í mun til í fjør. Framgongdin var góð 23 prosent. Besti dagur til sólorkuframleiðslu var 25. juni, tá framleiðslan røkk 2,01 MWt, sum er met fyri ein dag.

Størsta einstaka orkukeldan í framleiðsluni var olja, sum stóð fyri góðum 59 prosentum í mun til 61 prosent sama tíðarskeið í fjør.

Stórst vøkstur í Suðuroy

Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroy øktist við 14 prosentum og kom upp á 2,5 GWt, meðan samlaði vøksturin fyri alt landið var smá 3 prosent. Grøna orkuframleiðslan setti sum vera man met, við tað at vindmyllulundin í Porkeri stóð fyri góðum 26 prosentum í mun til 0 sama tíðarskeið í fjør. Eisini varð meira framleitt úr vatni og sól.

Orkubýtið í Suðuroy fyrra hálvár í ár í prosentum var: olja 65, vindur 26, vatn 8 og sól 1 prosent. Til samanberingar stóð oljan fyri 89 prosentum fyrra hálvár í fjør.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking