Elorkuframleiðslan 1. hálvár 2020

Elorkuframleiðslan 1. hálvár 2020
Eftirspurningurin eftir elorku heldur fram at vaksa, tó at vøksturin ikki er so høgur sum undanfarin ár.

Tilsamans brúktu føroyingar 196,5 GWt fyrra hálvár í ár, sum er ein øking á 5,4 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Hetta er samstundis mesti eftirspurningur eftir elorku nakrantíð í einum hálvári.

61 prosent av framleiddu elorkuni var termisk orka, t.e. olja, meðan hini 39 prosentini vóru framleidd úr ávikavist vatni, vindi ella sól.

Framleiðslan úr vatnorku stóð fyri góðum 26 prosentum, meðan vindorkan kom upp á góð 12 prosent og sólorkan 0,04 prosent.

Talan var um eina afturgongd á góð 12 prosentpoint í framleiðsluni av vindorku, lutvíst orsakað av breki á trimum myllum í tíðarskeiðnum.

Vatnorkuframleiðslan øktist við 13,8 prosentum úr góðum 46 GWt í fjør í 52 GWt fyrra hálvár í ár. Í juni regnaði í miðal 71,3 mm í mun til 67,7 mm í juni 2019.

Sólorkuframleiðslan á 0,04 prosent av samlaðu framleiðsluni sær ikki út av nógvum í stóru myndini, men framleiðslan roynist framvegis væl, og í juni framleiddi sólorkulundin í Sumba streym til tað, sum svarar til miðalnýtsluna hjá 77 húskjum. Besta dagin í juni rakk framleiðslan upp á 1,97 MWt.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking