Elnýtslan øktist góð 5% í 2025

Elnýtslan øktist góð 5% í 2025

Vit nýta meira elorku enn nakrantíð fyrr, og framgongd er í sólorkuframleiðsluni, meðan minking var í framleiðslu úr vindi og vatni.

 

Afturgongdin í vatnorkuframleiðsluni er vegna neyðugar dagføringar á fleiri av okkara vatnorkuverkum. Hetta var tískil væntandi fyribils avleiðing av hesum dagføringum. Minkingin í vindorkuni er at finna í Húsahaga, og arbeitt verður við einum leisti fyri umvæling av myllunum í Húsahaga”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev.

 

Elframleiðslan í 2025 var til samans 506 GWt, sum er nýtt met. Gamla metið varð sett árið fyri, tá samlaða elframleiðslan var 480 GWt. Býtið var 51% varandi orka og 49% termisk orka.

Stóri vøksturin í eftirspurninginum eftir elorku sæst serliga í meginøkinum við einum vøkstri á 6,3%, meðan nýtslan í Suðuroy minkaði 5,9%.

Á útoyggj er elframleiðslan støðug. Seinastu 10 árini hevur framleiðslan á útoyggjunum ligið á umleið 0,6 GWt. Talan er um oyggjarnar: Mykines, Fugloy, Skúvoy, Stóra Dímun og Koltur.

 

Tað er framvegis Sundsverkið, sum framleiðir størsta partin av streyminum. Í 2025 var framleiðslan 231 GWt ella 46%, sum er tað næsthægsta nakrantíð. Einans í 2021 var framleiðslan eitt vet hægri við 235 GWt. Fyri 10 árum síðan, í 2015, var framleiðslan á Sundi 'einans' 94 GWt. 2015 var tó serstakliga gott ár til burðardygga elframleiðslu við heili 60% úr varandi orkukeldum.

 

Minking í bæði vind- og vatnorku

Vindorka, sum nú er um 30% av allari elframleiðsluni, var eitt vet minni enn í 2024, sum var met ár. 147 GWt í 2025 í mun til 153 GWt í 2024.

Privatu feløgini Effo/Vindrøkt og Magn/Lív framleiddu á leið tað sama sum í 2024, meðan vindfelagið í Húsahaga (Sev) vegna feilir riggaði illa, og framleiddi einans 7 GWt, í mun til 17 GWt í 2024 (besta árið var 2018 við 40 GWt).

 

 

Hinvegin eru myllurnar í Neshaga umvældar, og hava framleitt rímuliga væl við 10 GWt í 2025 í mun til 3 GWt í 2024. Sigast kann, at um Húsahagi hevði riggað betur, so hevði 2025 helst verið metár innan vindorku. Arbeitt verður við einum leisti fyri umvæling av myllunum í Húsahaga. Í Porkeri var framleiðslan úr vindi góð við 15 GWt, sum er nakað tað sama sum árini frammanundan.

Vatnorkan sveiggjar vanliga ímillum 100-130 GWt árliga, alt eftir hvussu nógv tað regnar.

Í 2025 var framleiðslan 102 GWt, ella 20% av allari framleiðsluni. Tað er undir miðal, sum tó ikki er ónøktandi. Í leypi av 2024 og 25 eru umfatandi høvuðsdagføringar gjørdar á vatnorkuverkunum ávikavist í Botni í Suðuroy og á Mýruverkinum í Vestmanna.

 

Elverkið í Botni er dagført við nýggjum turbinum, og á Mýruverkinum hevur turbinan verið á verkstaðið og gjøgnumgingin eina høvuðsumvæling. Tað er fyrstu ferð ein so stór umvæling er gjørd siðan turbinan varð nýggj í 1961. Verkið fekk nýggjar el- og hydrauliskar skipanir í 2024. 64 ára gamla turbinan kann við hesi dagføring væntast at veita streym í nógv ár afturat. 

Dagføringarnar hava gjørt at bæði elverkini hava verið úr rakstri í rúma tíð, Botnur í 1½ ár, og Mýruverkið í ½ ár. Sjálvsagt er talan um mista framleiðslu, í hesum føri mett til 4,5 GWt í Botni (fyri 2025) og 6,5 GWt fyri Mýruverkið, fyri juli-nov. 2025. Eitt brek á Strond viðførdi eisini mista framleiðslu, mett til 1 GWt, ella íalt 12 GWt av mistari vatnorkuframleiðslu, harav 11 GWt vegna neyðugar dagføringar. Men so eru verkini eisini klár til rakstur í mong, mong ár afturat, kanska heili 60 ár.

 

Hini vatnorkuverkini eru blivin dagførd árini 2010-2015. Eiðisverkið, Fossáverkið og Heygaverkið hava framleitt væl í 2025, t.e. miðal til yvir miðal. 

Sólorkuframleiðsla vinnur fram

Sólorka er í framgongd, og umframt sólorkuverkini hjá Sev, eru onnur privat munandi sólorkuverk sett upp.

Verkið í Sumba framleiddi 184.000 kWt, sum er 5% meira enn í 2024, meðan onnur sólorkuverk hjá Sev ávikavist á Landavegnum og á Strond komu upp á 23.442 kWt í 2025.

Sólorkuverk hjá privatum fyritøkum og húsarhaldum framleiddu tilsamans 387.553 kWt, og hava privat sólorkuverk nú yvirhálað framleiðsluna hjá Sev. Tilsamans var framleiðslan úr sól smáar 595.000 kWt, svarandi til uml. 120 tons av spardari olju.

Í Føroyum eru í løtuni gott 50 størri og smærri sólorkuverk, sum framleiða inn á elnetið hjá Sev.