Elnýtslan minkaði 2,8 MW Earth Hour

Elnýtslan minkaði 2,8 MW Earth Hour

Fleiri kommunur, virki og húsarhald valdu at sløkkja ljós og eltól leygarkvøldið, tá Earth Hour var markeraður um stóran part av heiminum.

Hetta sást aftur í føroysku elframleiðsluni, sum minkaði 2,8 MW hendan tíman.

Veðrið var serstakliga gott hesa løtuna, nærum vindstilli, og tað ávirkaði eisini elframleiðsluna. Tvs. at hóast elframleiðslan var 100% burðardygg um alt landið bæði áðrenn og aftaná Earth Hour, so var hon nærri 50% júst tíma jarðarinnar.

Í Suðuroy var framleiðslan 100% burðardygg allan leygardagin.

Seinastu sjey dagarnar hevur elframleiðslan í Suðuroy verið gott 95% burðardygg, meðan framleiðslan í meginøkinum hevur verið 86% burðardygg.