Elframleiðslan tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar 2020

Elframleiðslan tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar 2020
Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar 2020 var framleiðslan av burðardyggari orku á hædd við framleiðsluna sama tíðarskeið í fjør

Tilsamans eru framleiddir góðir 103,1 GWt av grønari orku í tíðarskeiðnum januar – september í 2020. Hetta er 1,35% færri enn sama tíðarskeið í 2019, tá framleiddir vóru 104,5 GWt úr ávikavist vatni og vindi.

Afturgongdin er galdandi fyri vindorkuframleiðsluna, sum var 8,6% lægri, meðan meira var framleitt úr vatnorku, umframt at sólorkuframleiðsla er við í tølunum fyri 2020. Tað eru serliga avbjóðingarnar við generatorunum í myllunum í Neshaga, og í einari av myllunum í Húsahaga, sum eru orsøk til afturgongdina í vindorkuframleiðsluni fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár. Serfrøðingar hjá Enercon eru í Føroyum fyri at rætta hesi brek.

“Mekanikarar arbeiða við trupulleikunum við myllunum, og mylla trý er nú virkin aftur, men samstundis er týdningarmikið at sláa fast, at tað hevur skund at fáa fleiri vindmyllur upp í Føroyum”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

Vøksturin í eftirspurninginum eftir elorku heldur á. Samlaða framleiðslan øktist í miðal við 7% fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár og var 296 GWt, sum er tað mesta nakrantíð.

“Eftir røttum skuldu tríggjar nýggjar vindmyllulundir komið afturat í ár, men sum er, verður tað bert vindmyllulundin í Porkeri, sum verður tikin í nýtslu í ár, meðan myllurnar á Eiði hjá Vindfelagnum Neshagi og myllurnar hjá Magn í Flatnahaga eru seinkaðar. At báðar hesar vindútbyggingar eru seinkaðar er ein trupulleiki”, sigur Heri Mortensen.

September

Býtið av orkukeldum í elframleiðsluni í september var ávikavist 58% olja, 28% vatnorka og 14% vindorka, meðan sólorkan taldi 0,04% í samlaða býtinum.

Tað regnaði minni og vindferðin var lægri í september í ár enn í fjør, men tað eru serliga generatortrupulleikarnir í Neshaga, sum eru orsøk til afturgongdina í vindorkuframleiðsluni, meðan arbeiði upp á 60 kV skipanina ávirkaði vatnorkuframleiðsluna á Eiðisverkinum.

Samlaða framleiðslan í meginøkinum var yvir 80% grøn í tilsamans 23 tímar í september.

Sólorkuframleiðslan í Sumba framleiddi í september góðar 15 MWt, sum svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá á leið 38 húskjum. Besti dagurin var 3. september, tá framleiðslan náddi 1,02 MWt.

Bestu mánaðirnir vóru ikki óvæntað mai, juni og juli, tá sólorkuframleiðslan náddi ávikavist 31 MWt, 32 MWt og 32,5 MWt.

Biogassverkið FØRKA hevur eisini framleitt eitt vet inn á netið hjá SEV eina viku í september. Talan er tó um royndarframleiðslu, sum tí ikki er tikin við í samlaðu tølini.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking