Elframleiðslan setti met í 2021

Elframleiðslan setti met í 2021

Úrslitið hjá SEV í 2021 var góðar 44 mió. kr. eftir skatt, sum er nakað lægri enn væntað varð við ársbyrjan. Úrslitið áðrenn skatt var góðar 54 mió. kr.

Eftirspurningurin eftir elorku øktist í 2021 eins og undanfarin ár, og elframleiðslan setti met við 424 GWt. Inntøkurnar av elsølu øktust 4,4% og nettosølan var 580 mió. kr. Tað eru serliga alivinnan og framleiðsla av fiskavørum, sum standa fyri økta eftirspurninginum eftir elorku.

Meðan inntøkurnar vóru hægri enn væntað, tyngja oljuútreiðslurnar roknskapin hjá SEV. Oljan er framhaldandi ein stór útreiðsla og oljuútreiðslurnar vóru tilsamans knappar 184 mió. kr. Hetta er í søgu felagsins mesta oljunýtslan í einum ári, bæði í nøgd og í kostnaði.

Grøna elframleiðslan øktist 2,6% í mun til árið fyri, men elframleiðslan við vindi og vatni var tó, vegna góðveður á sumri og frostbinding á vetri, undir miðal. Saman við seinkaðum nýggjum grønum framleiðslumátti og øktari elnýtslu hevur hetta elvt til stóru oljunýtsluna.

“Roknskaparúrslitið er lakari enn vit høvdu roknað við, og í undirkantinum av einum nøktandi úrsliti”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV. “Við fyrivarni fyri, at órógv á oljumarknaðinum fer at ávirka oljuprísin, vænta vit eitt betri úrslit fyri 2022, og fara við góðum treysti undir tær avbjóðingar og verkætlanir, sum standa fyri framman. M.a. Mýruverkið II – pumpuskipanina í Vestmanna – sum er avgerandi fyri grønu kósina”.

Á netsíðuni hevur virksemið verið størri enn nakrantíð. Gott og væl 200 mió. kr. vórðu brúktar til íløgur og rakstrarkostnaðir til netið, sum verður støðugt útbygt, dagført og styrkt. Elnetið verður m.a. útbygt í sambandi við stóru útbyggingarnar hjá alivinnuni. Harafturat eru kaðalleggingar gjørdar í sambandi við tunlar og aðrar verkætlanir, sum eitt nú verkætlanina við battarí og synkronkompensatori í Porkeri. Samstundis verða loftlinjur lagdar í kaðal fyri at styrkja um veitingartrygdina og minka um feilir á netinum. Í 2021 vóru 10 smærri og størri streymslit, men einki black out.

Tak niður

Ársfrágreiðing samtak 2021

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking