Elframleiðslan januar 2026

Elframleiðslan januar 2026

Tvey met vórðu sett í elframleiðsluni í januar 2026.

Eftirspurningurin eftir elorku var hægri enn nakrantíð fyri ein mánað, og kom upp á góðar 49 GWt. Gamla metið var januar 2025, tá elframleiðslan var góðar 47 GWt.

Veðrið hevði eisini við sær, at hetta var besti mánaði til vindorku. Vindframleiðslan setti met við góðum 18 GWt. Gamla metið var frá februar í fjør, tá vindorkuframleiðslan var 17,5 GWt.

Býtið í samlaðu elframleiðsluni í januar var 44% olja og 56% burðardyggar orkukeldur, t.e. vindorka 37%, vatnorka 18%, og biogass, sól og sjóvarfall var 1%.