Elframleiðslan fyrra hálvár 2019

Elframleiðslan fyrra hálvár 2019
Framleiðslan veksur støðugt, og harafturat merkti turra og stilla veðrið í øðrum ársfjórðingi, at grøna orkan minkaði við 10 prosentstigum í mun til fyrra hálvár í fjør

Virksemið í samfelagnum heldur á at vaksa og harvið eisini eftirspurningurin eftir elorku. Seinastu nógvu mánaðirnar hevur vøksturin ligið støðugt á upp í móti 10 prosentum. Fyrra hálvár í ár er einki undantak, og samlaða framleiðslan av elorku er 9,7 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tilsamans gott 186 GWt. Hetta er samstundis met, mest framleidda elorka nakrantíð.

Lítið avfall og lítil vindur

Føroyingar hava fegnast um mongu turru og stillu góðveðursdagarnar serliga í øðrum ársfjórðingi í ár. Gott summarveður er tó ikki tað sama sum gott SEV veður. Vindur og regn eru fortreytir fyri ávikavist vindorku og vatnorku. Men vindur og regn eru óstøðugar orkukeldur, og tá veðrið háttar sær, sum tað gjørdi í øðrum ársfjórðingi í ár, minkar prosentparturin av burðardyggari elorku.

Annar ársfjórðingur í ár var væl turrari og stillari enn sama tíðarskeið í fjør. Serliga í mai var turt og stilt. Málda avfallið í mai í ár var 57,1 mm í mun til 188,5 mm í mai í fjør. Miðal vindferðin í mai var 5,9 metrar um sekundið í mun til 8,2 metrar um sekundið í fjør.

Sama veðrið var galdandi fyri allan seinna ársfjórðing, og tilsamans var munurin á avfallinum í øðrum ársfjórðingi 191,5 mm í mun til  413,6 mm í 2018. Hetta saman við økta eftirspurninginum eftir elorku gjørdi, at framleiðslan av burðardyggari elorku var lutfalsliga lægri fyrra hálvár 2019 í mun til 2018, tvs. 39 prosent í mun til 48 prosent.

Fyrra hálvár í ár stóð olja fyri 61 prosentum, meðan vatn og vindur stóðu fyri ávikavist 24 og 15 prosentum av samlaðu elframleiðsluni.

Hvat er gott SEV-veður?

Les meira um hetta og onnur hugtøk


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking