Elframleiðslan farin upp um 500 GWt

Elframleiðslan farin upp um 500 GWt

Samlaða elframleiðslan í Føroyum í fjør setti met við 480 GWt.

27. desember í ár rundaði elframleiðslan 500 GWt, so metið er væl og virðiliga tikið.

Nýtslumynstrið á jólum í ár var nøkulunda tað sama sum í fjør. Størsti eftirspurningurin var sum vera man seinnapartin jólaaftan, tá jóladøgurðin er í ovninum, rørt verður í sósini og eplini verða kókað og brúnkað.

Um sekstíðina á kvøldi fall elnýtslan við heili 10 MW, úr 62 MW, tá mest stóð á, niður í uml. 52 MW.

Til samanberingar var elnýtslan uml. 50 MW tá mesta nýtslan var jólaaftan  í 2020.