Elframleiðslan 56% burðardygg í november

Elframleiðslan 56% burðardygg í november

Elframleiðslan í Føroyum í november stavaði frá seks ymiskum orkukeldum, harav fimm eru burðardyggar

Gott og væl aðru hvørja ferð, tú tendraði ljósið í november, var elorkan framleidd við burðardyggum orkukeldum. Tað serliga við elorkuframleiðsluni í november var, at eitt lítið sindur av sjóvarfalsorku var við í orkusamansetingini.

“Tó at nøgdirnar av ávikavist sól- og sjóvarfalsorku ikki eru stórar, er tað gleðiligt, at vit hava fingið sjón fyri søgn, at tað ber til, og at føroyska elframleiðslan fevnir um seks ymiskar orkukeldur”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

Meira vindur og væl meira regn í november hevði við sær, at tað hevur verið møguligt at framleiða meira burðardygga elorku hetta tíðarskeiðið. Av teimum 35,6 GWt, sum vóru framleiddir í november, vóru tilsamans góðir 15,2 GWt framleiddir úr vatni, meðan ávikavist 15, 6 og 4,5 GWt vóru framleiddir við olju og vindi.

Elorkan úr biogassi frá Førku kom upp á 212 MWt, sum svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá 510 húskjum, meðan sólorkuframleiðslan í november røkk 2 MWt, sum svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá uml. 5 húskjum. Sjóvarfalsorkuframleiðslan var 0,02 MWt.

Hyggja vit at býtinum í prosentum, stóð vatnorkan fyri 42,7%, vindorkan fyri 12,7%, biogass 0,6% og oljuframleiðsla 44%. Sólorkuframleiðslan kom upp á 0,01%, meðan úrtøkan av royndarframleiðsluni úr sjóvarfallinum var ov lág til at gera mun í hesum samanhanginum.

“Tað er umráðandi at minnast til, at elframleiðslan úr sjóvarfalsorku enn bert er á royndarstøði, og at orkuverkið ikki er endaliga sett út í Vestmannasund enn”, sigur Heri Mortensen.

Mesta løtuframleiðslan nakrantíð var 9. november kl. 17.29, tá hon náddi 63,08 MW. Gamla metið var sett 26. oktober 2020, tá mesta løtuframleiðslan náddi 62,5 MW.

Í tilsamans 2,5 dagar var elorkuframleiðslan meira enn 80% grøn í november.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking