Elframleiðslan 1. hálvár 2026

Elframleiðslan 1. hálvár 2026

Grøn framleiðsla vaks munandi í fyrru hálvu av 2026, men øktur elorkutørvur gav framvegis eina meirnýtslu av olju.

Elnýtsla og framleiðsla av streymi veksur framhaldandi, og grøni parturin økist, men oljunýtslan minkar ikki. Meginøkið gongur rætta vegin við hægri grønum parti og bert lítlari øking í termiskari framleiðslu. Suðuroy er hinvegin meira avbjóðandi í hesum tíðarskeiðnum, tí framleiðsluvøksturin har í stóran mun hevur kravt meira termiska framleiðslu, t.e. olju.

Í fyrru hálvu av 2026 var grøni parturin av samlaðu framleiðsluni 54% í mun til 52% í 2025. Samlaða elframleiðslan í Føroyum smáar 266 GWt, samanborið við góðar 249 GWt sama tíðarskeið í 2025. Hetta svarar til ein vøkstur á góðar 16 GWt ella 6,5%. Grøn framleiðsla vaks úr 130 GWt upp í smáar 143 GWt, svarandi til ein vøkstur á sløk 10%,

Vindorkan var størsta grøna orkukeldan við 83 GWt, meðan vatnorka gav smáar 55 GWt.

Hóast elframleiðslan úr burðardyggum orkukeldum øktist munandi fyrra hálvár, øktist termiska framleiðslan eisini úr 119,5 GWt í 2025 til góðar 123 GWt í 2026. Hetta er ein hækking á 3,7 GWt, sum svarar til eina meirnýtslu á umleið 770 tons av olju. Talan er sostatt ikki um eina samlaða oljusparing í fyrru hálvu av 2026, men grøni vøksturin hevur tó avmarkað tørvin á termiskari framleiðslu munandi.

Í meginøkinum øktist elframleiðslan við 5,5%, og grøni parturin hækkaði úr 52% til 54%. Har tók serliga vindorka og biogass ein størri part av framleiðsluvøkstrinum. Í Suðuroy var vøksturin lutfalsliga størri; 20,7%, men har vaks termiska framleiðslan eisini munandi, og grøni parturin lækkaði úr góðum 49% til góð 47%. Hetta vísir, at Suðuroy í fyrru hálvu av 2026 hevði ein sterkari framleiðsluvøkstur, men eisini størri øktan tørv á termiskari framleiðslu.

Gongdin vísir samstundis, hvussu týdningarmikið tað er, at ætlaðu útbyggingarnar við vindorku verða framdar. Hóast grøn framleiðsla vaks í fyrru hálvu av 2026, vaks termiska framleiðslan eisini, og oljunýtslan minkaði tí ikki samlað.

Serliga hevur tað stóran týdning fyri meginøkið, at nýggj vindorka kemur inn á skipanina, herundir ætlaða vindmyllulundin á Sandi. Eisini í Suðuroy er sjón fyri søgn, at møguleikar eru fyri at økja framleiðsluna úr vindi við fleiri vindmyllum. Verða hesar útbyggingarnar ikki framdar, verður truplari at røkka málinum um at minka oljunýtsluna og økja partin av grønari orku í føroysku elframleiðsluni”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev.

 

Sólorka

Sólorkuverkið hjá Sev í Sumba hevur framleitt sum væntað, og samstundis sæst, at gongd er komin á privatar íløgur í sólorku kring landið. Samlaða framleiðslan frá teimum skrásettu sólorkuskipanunum var omanfyri 230 MWt í fyrru hálvu av 2026, svarandi til eina sparing upp á nærum 50 tons av olju. Hóast sólorkan framvegis er ein lítil partur av samlaðu elframleiðsluni, umleið 1/1000 partur, er tað jaligt at síggja, at fleiri húsarhald og fyritøkur velja at gera íløgur í grøna orku.