Eiði - Arbeiða víðari við vindorkuverkætlanini

Eiði - Arbeiða víðari við vindorkuverkætlanini

“Vit hava enn vónir um at fáa tær fýra myllurnar upp komandi ár, men tað krevur, at øll neyðug loyvi verða fingin til vega skjótt”, sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari hjá SEV.

Verkætlanin er minkað úr 6 myllum niður í 4, men enn vænta nøkur neyðug loyvi

Vindfelagið í Neshaga, sum er dótturfelag hjá SEV, vann útboðið hjá orkumyndugleikanum um vindmyllulund á 18 MW við Eiði í 2019, og fór beinanvegin undir fyrireikandi arbeiðið, sum m.a. umfatar árinsmetingar, umhvørvisgóðkenning, byggiloyvi, avtalu við haga um lendið osfr. Hetta arbeiðið hevur tó tikið væl longri tíð, enn væntað.

Umsókn um byggiloyvi varð latin Eiðis kommunu 19. november 2019, við eini dagføring 17. august 2020, men av ymsum orsøkum varð umsóknin ikki viðgjørd av fráfarna bygdaráði.

Dagføringin 17. august 2020 kom eftir, at avgerð var tikin um at minka vindmyllulundina úr 6 myllum á 18 MW niður í 4 myllur á tilsamans 12 MW, staðsettar í haganum Suðurhelvt.

SEV samskiftir í løtuni við nýggja bygdaráðið á Eiði um byggiloyvi, og í hesum sambandi hevur bygdaráðið kallað inn til borgarafund týsdagin 16. mars. Á borgarafundinum fara umboð fyri SEV at greiða frá verkætlanini og at svara spurningum og ivamálum, sum eiðisfólk hava um vindmyllurnar og verkætlanina sum heild. Myndir eru gjørdar, sum neyvt vísa, hvussu myllurnar fara at taka seg út úr ymsum sjónarhornum.

Afturat byggiloyvinum vantar eisini góðkenning frá Yvirfriðingarnevndini  og avtala við lendiseigararnar. Bíðað verður eftir niðurstøðu frá Yvirfriðingarnevndini, og Umhvørvisstovan er í samráðingum við hagan um atgongd til lendið.

“Myllurnar skulu bíleggjast í góðari tíð, men vit kunnu sjálvsagt ikki bíleggja myllurnar og annað neyðugt tilfar, fyrrenn vit hava fingið øll loyvi til høldar”, sigur Brian Joensen.

Ein 12 MW vindmyllulund er mett at kunna framleiða góðar 35 GWt árliga. Hetta svarar til 7.600 tons av olju ella sagt á annan hátt gott og væl ein tangabát við olju til Sundsverkið.

Loyvið til vindorkuframleiðslu umfatar 6 myllur, og arbeitt verður við at finna aðra staðseting til tvær tær síðstu myllurnar.

Sí 11 tilgjørdar myndir úr ymsum sjónarhornum, sum vísa, hvussu sjónligar myllurnar verða.

01.10.2021
SEV 75 ár
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking