Earth Hour konsert við Marius Ziska

Earth Hour konsert við Marius Ziska

Leygarkvøldið 28. mars 2026 verður Havnarverkið í Gundadali karmur um eina serstaka konsert. Vit sløkkja ljósið og lata kertiljósini bleiktra til vøkru tónarnar hjá Marius Ziska.

Dato: leygarkvøldið 28. mars 2026
Klokkan: 20.25 - 21.30
Staður: Havnarverkið, Gundadalsvegur 41
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding
Dyrnar lata upp kl.20.00

Melda til her

Earth Hour byrjaði upprunaliga sum ein áminning um at geva náttúruni gætur og m.a. minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið. Síðani tiltakið byrjaði í 2007 er framleiðslan av elorku kring heimin vorðin munandi meira burðardygg, men tiltakið er tó ikki minni viðkomandi av teirri orsøk. Earth Hour verður nú nýttur til at heita á fólk um at virða náttúruna sum heild.
Sum elfelag ynskja vit at stuðla altjóða tiltakinum, og at geva fólki eitt gott høvi at sløkkja ljósið hendan tíman.