Drotningavitjan á Mýruverkinum

Drotningavitjan á Mýruverkinum

Fyrrapartin leygardagin 17. juli vitjaði hennara hátign Margretha drotning Mýruverkið í Vestmanna.

Kári Johansen, nevndarformaður, Haraldur S. Hammer, nevndarformaður og Hákun Djurhuus, stjóri, tóku ímóti.

Hákun Djurhuus, stjóri, greiddi fylginum frá grønu kósini og um verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna.

Harumframt greiddi hann stutt frá glottum úr søguni. M.a. prátaðu tey um vitjanina í 1959, tá Margretha sum trúnarvingur saman við foreldrum og einari systir vitjaði eina byrging í gerð.

Vatnturbinan á Mýruverkinum, sum hevur 60 ár á baki sum virkið verk.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking