Bygginevndin hjá Sev kunnar seg um møguleikarnar við kjarnorku í Føroyum

Bygginevndin hjá Sev kunnar seg um møguleikarnar við kjarnorku í Føroyum

Ein partur av arbeiðnum hjá nevndini í Sev er veitingartrygd. Tvs. kanning og viðgerð av, hvussu føroyska elskipan verður framtíðartryggjað, eitt nú við nóg mikið av tryggum mátti at nøkta framtíðartørvin í samfelagnum. Hetta arbeiðið liggur í bygginevndini, har 3 nevndarlimir saman við leiðsluni í Sev sita.

Sum liður í hesum arbeiði, hevur bygginevndin hjá Sev umbiðið eitt upprit frá føroyskum serfrøðingi í kjarnorku, um møguleikarnar við kjarnorku í Føroyum. Gjørt kanningina hevur Johan Pauli Magnussen, sum er Ph.D. innan kjarnorkuvísund og sum starvast fyri UK Atomic Energy Authority.

“Tað er umráðandi fyri okkum at kanna allar møguleikar, og at fáa ítøkiliga vitan um evnið. Tí hava vit biðið ein serfrøðing í kjarnorku um hesa kanningina”, sigur Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini hjá Sev. “

Í uppritinum kemur Johan Pauli Magnussen inn á fyrimunir, vansar og avbjóðingar við kjarnorku í mun til føroysku elskipanina.

“Vit hava ikki viðgjørt uppritið til fulnar í nevndini enn, men um vit skulu hava eitt sakligt kjak um kjarnorku í Føroyum, er umráðandi at fáa ítøkiliga vitan til vega, og hetta er eitt stig á leiðini”, sigur Heðin Mortensen.

 

 

Fleiri upplýsingar fáast frá Terja Nielsen, Menningarleiðara hjá Sev í telduposti tn@sev.fo