Battaríkapasiteturin í meginøkinum styrkjast

Battaríkapasiteturin í meginøkinum styrkjast

Fyri at kunna gagnnýta vindorkuna í meginøkinum betur, verður battaríkapasiteturin nú víðkaður á Sundi.

Fríggjadagin 12. september blivu sáttmálar undirskrivaðir við arbeiðstakarar í sambandi við bygging av nýggjari battaríhøll á Sundi. Bygningurin verður uml. 86 metrar langur og góðar 14 metrar breiður. Høllin verður ein stálhøll á betongfundamenti. Á tekjuni verður eitt 200kW stórt sólorkuanlegg monterað.

 

Articon hevði lægsta boð upp á byggiarbeiðið, meðan MR-El hevði lægsta boð upp á elarbeiðið og Tangavirkið vann útboðið upp á HVS-arbeiðið.

Arbeiðið at byggja battaríhøll, sum skal hýsa nýggju battarískipanini og synkronkompensatorinum, sum kemur afturat, byrjar í næstum og væntast liðugt í juni 2026, og kostnaðurin er 24,7 mió. kr.

Tøkniliga útgerðin, t.e. battarískipan á 18MW, synkronkompensator, transformarar og 10kV anlegg er bílagt, og tá byggiarbeiðið er liðugt, væntandi í juni komandi ár, kann arbeiðið við at seta tøkniligu útgerðina upp og til byrja.

Eftir ætlan verður klárt at royndarkoyra á heysti 2026 og klárt at seta í rakstur um ársskiftið 2026/27. Samlaði kostnaðurin væntast at verða 127 mió. kr.

Haraldur S. Hammer, nevndarformaður Sev

“Hetta er eitt stórt stig á leiðini at fáa enn meira burtur úr vindorkuni í meginøkinum”, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev. “Vit hava góðar royndir úr Suðuroy, har tað í fjør bar til at koyra 100% við vindorku og battaríum á elnetinum í tilsamans 110 samdøgur, og málið hjá okkum er at kunna gera tað sama í meginøkinum í 2027. Tvs. koyra við 100% vindorku á elnetinum í tíðarskeiðum, tá nóg mikið av vindi er tøkt”.

 

Torbjørn Jacobsen, formaður í bygginevndini hjá Sev skrivaði undir sáttmálarnar. 

Fyri MR-EL skrivaði Ragnar West, stjóri, undir.

 

Fyri Tangavirkið skrivaði Palli Mortensen, nevndarlimur í Tangavirkinum, undir.

 

Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, skrivaðu undir vegna Articon.

 

 

SNA hevur staðið fyri projekteringsarbeiði og arkitektaarbeiðnum, SMJ hevur staðið fyri bruna, hvs og el, meðan LBF hevur havt lendi og berandi konstruktiónir um hendi.

17.03.2025
Earth Hour 2025