Báðir skaðar umvældir eftir streymslitini sunnukvøld og mánadag fyrrapart

Báðir skaðar umvældir eftir streymslitini sunnukvøld og mánadag fyrrapart

Tað finnast langir arbeiðsdagar, og so eru laaaangir arbeiðsdagar.

Fyri okkara fólk á Rakstrardeildini eru langir dagar og náttararbeiði einki nýtt, tí ofta er best at taka streymin frá fólki í sambandi við dagføringar og umvælingar á netinum, meðan tey sova. Tí verður javnan planlagt við náttararbeiði.

Men alt kann ikki planleggjast.

Streymslitini ávikavist sunnukvøldið og fyrrapartin mánadagin, sum raktu Norðoyggjar, Eysturoy og Sundalagið vóru orsakað av tveimum feilum. Tað byrjaði við einum kaðalfeili millum Sund og Runavík, sum seinni vísti seg at vera ein skaði á sjókaðlinum millum Streymoy og Eysturoy. Hann var atvoldin til streymslitið sunnukvøldið.

 

Av tí, at hetta sambandið hevði skaða, var neyðugt at leiða streymin umvegis loftlinjur í staðin, og fyrrapartin mánadagin slitnaði ein linja á Veðranesi oman fyri Selatrað – allarhelst av ov nógvari last, nú kaðalsambandið ikki var tøkt.

IMG 0143

Tí skuldi handlast skjótt, og í Degi og Viku mánakvøldið sást, hvussu skaðin á Veðranesi var umvældur – skjótt og væl. Tó at øll útgerð mátti berast niðan, tí at tyrlan ikki var tøk.

Í meðan arbeitt varð á Veðranesi, var feilurin á kaðalinum millum Sund og Runavík staðfestur. Tí betur vísti tað seg, at feilurin var eitt skoytið ímillum sjókaðalin og kaðalin, ið liggur ímillum Rókina og koblingsstøðina í Runavík.

Sjókaðal Runavík Feilur Skoyti Nov26

Sjókaðalin bleiv grivin fríur, so arbeiðast kundi upp á hann.

 

Arbeiði Sjókaðal Runavík Nov26 Tormóð Magnusz Sofus

Fleiri av somu monnum, sum vóru á Veðranesi fyrr um dagin, fóru undir umvæling seint mánakvøldið. Skoyting av 60 kV sjókaðali er eitt sindur meira avbjóðandi og tíðarkrevjandi enn vanligt, men móti týsmorgni var arbeiðið liðugt, og bæði sambondini, sum høvdu skaða, eru nú umvæld og í rakstri.

01.10.2026
Sev 80 ár