SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Arbeiðsvanlukka

Arbeiðsvanlukka

Seinnapartin í dag hendi ein syrgilig arbeiðsvanlukka í haganum nærindis Selatrað. Meðan arbeitt varð uppi í einum elsteyra, datt ein av monnunum niður úr steyranum.

Maðurin varð fluttur á landssjúkrahúsið við tyrlu, men doyði tíverri av løstunum.  

Til ber ikki at siga nakað um orsøkina til hendingina, fyrrenn nærri kanningar eru gjørdar.

Familjan hevur fingið boð.