Altjóða ráðstevna um elorku í Føroyum

Altjóða ráðstevna um elorku í Føroyum

Í døgunum 23. – 24. mai verða Føroyar karmur um altjóða ráðstevnuna ‘International Hybrid Power Plants and Systems’, sum týska fyritøkan Energynautics skipar fyri.

Ráðstevnan, sum verður hildin á Hotel Hilton Garden Inn í Havn, snýr seg um avbyrgd elnet, bæði geografiskt og elektriskt, og á skránni verða nógvar spennandi framløgur.

Serkøn í elnetum í indonesiskum, fronskum, bretskum, amerikonskum og donskum oyggjum fara at leggja fram, og møguleiki verður at hoyra um ymsar tøknir og stýringar. Í høvuðsheitum fara framløgurnar at snúgva seg um royndirnar, mann hevur í ymsu elskipanum, støðufesti, brint, modellering, goymslu og design av skipanum og tøknum.

Grøna kósin í Føroyum fer sjálvsagt eisini at fylla ein part av skránni. Umframt umboð frá SEV og Umhvørvisstovuni, fara ph.d. lesandi úr Týsklandi og frá Fróðskaparsetrinum, ið granska í føroysku elskipanini, at leggja fram um Føroyar.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum setir ráðstevnuna.

Til ber at lesa meira um ráðstevnuna og skránna, og tekna seg til ráðstevnuna á heimasíðuni hjá Energynautics

Føroyskir stuðlar eru SEV, Effo og Umhvørvisstovan.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking