Altjóða orkuráðstevna í Føroyum

Altjóða orkuráðstevna í Føroyum

Í døgunum 23. og 24. mai 2023 verða Føroyar karmur um árligu altjóða orkuráðstevnuna International Hybrid Power Systems Workshop, har granskarar, orkufeløg og veitarar úr øllum heiminum vanliga luttaka.

Tað eru serliga avbjóðingar hjá oyggjasamfeløgum, sum verða viðgjørdar á ráðstevnuni, og verður hon tí hildin í ymiskum oyggjasamfeløgum.

Týska felagið Energy Nautics skipar fyri ráðstevnuni, sum komandi ár kemur til Føroya, og í tí sambandi er stuttur filmur gjørdur um elskipanina í Føroyum.

Les meira

Energy Nautics

Filmur um føroysku elskipanina

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking