Almenn løðistøð sett upp í Vági

Almenn løðistøð sett upp í Vági

Løðimøguleikarnir í sunnaru helvt av Suðuroy eru nú betraðir við einari 22kW AC-løðistøð, sum er sett upp við gomlu SEV húsini í Vági.

Til ber at løða tveir bilar samstundis við annaðhvørt RFID-løðispjaldri ella umvegis elbil.fo.

Onnur almenn løðistøð hjá SEV er á Tvøroyri. Eisini hevur Bank Nordik á Tvøroyri løðistøð til viðskiftafólk síni.

(mynd: Vágs kommuna)

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking