68 prosent burðardygg elframleiðsla í mars

68 prosent burðardygg elframleiðsla í mars

Aðruhvørja ferð vit løddu telefonina, tendraðu telduna ella hugdu sjónvarp í mars, kom streymurin úr vatnorku. Harafturat kom vindur, biogass og sól, og tískil náddi samlaða burðardygga elframleiðslan í mars upp á sløk 68 prosent.

Í tilsamans 10 dagar í mars lá burðardygga elframleiðslan oman fyri 80 prosent. Earth Hour 26. mars var elframleiðslan 84 prosent grøn.

Váta veðrið hevði serstakliga góða ávirkan á vatnorkuframleiðsluna, sum stóð fyri sløkum 50 prosentum av elframleiðlsuni í mars. Avfalsmongdin í Vestmanna var 265 mm í mars í ár í mun til 181 mm sama tíðarskeið í fjør.

Vindferðin í Húsahaga og í Neshaga var somuleiðis hægri hendan mánaðin í ár enn í fjør, so vindorkan stóð fyri smáum 17 prosentum, meðan biogass kom upp á eitt gott prosent.

Elframleiðslan úr olju var 32 prosent.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking