58% burðardygg elframleiðsla í fyrsta ársfjórðingi

58% burðardygg elframleiðsla í fyrsta ársfjórðingi

Vatnorkan royndist væl í fyrsta ársfjórðingi, hóast frostbinding tarnaði vatnorkuframleiðsluni í mars

Januar og februar mánaði royndust væl í mun til grøna orku, meðan kalda veðrið í mars tarnaði serliga vatnorkuframleiðsluni.

Vatnorkan stóð fyri størsta partinum av grønu orkuframleiðsluni, t.e. góð 30%, men størsta lutfalsliga framgongdin var at síggja í vindorkuframleiðsluni. Síðan fyrsta ársfjórðing í fjør eru tvær vindmyllulundir komnar afturat í meginøkinum, og úrtøkan úr vindorku er økt úr sløkum 16 GWt í fyrsta ársfjórðingi í fjør upp í góðar 30 GWt í fyrsta ársfjórðingi í ár.

Samlaða framleiðslan úr grønari orku fyri alt landið í fyrsta ársfjórðingi 2023 kom upp á 67,7 GWt, sum er góð 11% hægri enn teir 60,8 GWt sama tíðarskeið í fjør.

Eftirspurningurin eftir elorku veksur støðugt. Vit brúktu sløk 10% meira elorku í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør. Samlaða framleiðslan kom upp á 117 GWt í mun til slakar 107 GWt fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør.

Býtið av orkukeldum var: 42% olja, 31% vatnorka, 26% vindorka, 1% biogass. Nøgdirnar úr sól og sjóvarfalli eru lutfalsliga so lítlar, at tær ikki koma upp um 0,01% av samlaðu framleiðsluni.

 

Suðuroy

Hyggja vit at Suðuroynni fyri seg, var grøna orkuframleiðslan sløk 61% av samlaðu framleiðsluni í Suðuroy í mun til 42% sama tíðarskeið í fjør.

Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroy øktist við 3,7% fyrsta ársfjórðing í ár, meðan framleiðslan úr grønum orkukeldum øktist 50%.

Býtið av orkukeldum í elframleiðsluni í Suðuroy var: vindur 43% vindur, 39% olja og sløk 18% vatnorka. Framleiðslan úr sólorku minkaði við góðum 16% og røkk einans 0,18% av samlaðu framleiðsluni.

Í fyrsta ársfjórðingi 2023 var elframleiðslan í Suðuroy yvir 80% grøn í tilsamans 41 samdøgur, og 100% grøn í 29 samdøgur.

Í meginøkinum var elframleiðslan yvir 80% grøn í 20 samdøgur.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking