52% grøn elorkuframleiðsla í 2022

52% grøn elorkuframleiðsla í 2022

Vit brúktu met nógvan streym í fjør, men yvir helmingurin av honum var úr varandi orkukeldum. Ongantíð fyrr er so nógv burðardygg elorka framleidd í Føroyum, og í Suðuroy var orkuframleiðslan 100% burðardygg í tilsamans smá 56 samdøgur

Samlaða elframleiðslan í 2022 øktist 2,3% í mun til árið fyri, t.e. úr knøppum 424 GWt upp í smáar 434 GWt. Góðir 226 GWt vóru framleiddir úr varandi orkukeldum, sum svarar til góð 52%. Hetta er mesta árliga elframleiðsla nakrantíð, og samstundis mesta úrtøka av varandi orku nakrantíð.

Varandi orkan í 2022 var býtt soleiðis: 130,9 GWt (30,2%) úr vatni, 90 GWt (20,7%) úr vindi, 5,4 GWt (1,3%) úr biogassi, og 0,171 GWt úr sólorku. SEV og dótturfeløgini stóðu fyri 90,8% av samlaðu framleiðsluni, meðan Vindrøkt/Røkt stóðu fyri 7,9%, og biogassverkið Førka framleiddi 1,3% av samlaðu elorkuni. Í tilsamans 50 samdøgur var orkuframleiðslan í meginøkinum yvir 80% grøn, meðan tølini í Suðuroy eru enn hægri.

Nýbrot í Suðuroy

Tað sum sermerkti 2022 í elveitingarhøpi, vóru nýbrotini í Suðuroy, har støðin í Porkeri, við báttaríum og synkronkompensatori varð tikin í nýtslu. Tíðliga á heysti sást týðulig broyting í  framleiðslumynstrinum og í seinasta árfjórðingi var framleiðslan úr varandi orku í Suðuroy heili 74%, býtt á 55% úr vindi og 19% úr vatni.

Vágsverkið, sum seinastu 5 árini hevur framleitt umleið 10 GWt úr olju seinasta ársfjórðing, framleiddi bert 2,8 GWt fjórða ársfjórðing í 2022. Ein stóran part av tíðini hevur verkið ligið stilt, meðan vindur, vatn, sól, battarí og synkronkompensator hava veitt suðringum streym. Í tilsamans 55,9 samdøgur hava suðringar havt 100% grøna orku í kontaktini, og í góð 83 samdøgur hevur orkan verið yvir 80% grøn.

“Royndirnar úr Suðuroy boða frá góðum, men vit mugu síggja eitt heilt ár og serliga hvat summarhálvan fer at vísa, áðrenn vit fáa sagt nakað endaligt um verkætlanina”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

Framleiðslan úr olju á Sundi minkaði í 2022

Í meginøkinum er Sundsverkið enn bulurin í framleiðsluni og framleiðir størsta partin av elorkuni.  Í 2022 framleiddi Sundsverkið 186 GWt, ella góð 47% av samlaðu elframleiðsluni í meginøkinum. Umframt nógvu kilowatttímarnar, sum Sundsverkið stendur fyri, veitir verkið týðandi skipanarberandi tænastur, so sum tryggan eykamátt,  rullandi eykamátt, reguleringskraft, inerti og kortslutningsmátt.

Sermerkt fyri 2022 var tó, at tað er fyrstu ferð síðan 2015, at framleiðslan á Sundi er í minking í mun til árið frammanundan. Framleiðslan á Sundi var 21% minni enn í 2021. Tað er serliga lutfalsliga stóra framleiðslan úr vatni, og økti vindorkumátturin, sum viðførdi lægri framleiðslu á Sundi.

Vatnorkan ger munin

Framleiðslan úr vatni royndist sera væl í 2022, sum bleiv besta árið síðan metárið 2015, tá framleiddir vóru 133 GWt úr vatni. Felags fyri 2015 og 2022 er, at tað regnaði óvanliga nógv. Avfallsmátarin á Fitjunum í Vestmanna máldi 2573 mm fyri árið 2022. Til samanberingar kom avfallið upp á góðar 1904 mm í 2021. Í 2015 regnaði enn meira, og samlaða avfallið var góðar 2680 mm.

Sermerkt fyri 2022 var, at nógva regnið fall í juli og august; Framleiðslan úr vatni gjørdist hesar báðar mánaðinar umleið tríggjar ferðir størri enn miðalframleiðslan fyri hesar mánaðirnar.

Verkini í Vestmanna, Fossá- Mýru- og Heygaverkið settu í 2022 met við tilsamans 57,4 MWt. Eiðisverkið er tó væl størsta einstaka vatnorkuverkið, og framleiddi í 2022 64 GWt, ella góð 16% av samlaðu framleiðsluni í meginøkinum.

Vindorkan royndist betur

2022 var sermerkt við vindorku við tað, at bæði Vindrøkt og Magn settu stórar vindmyllulundir upp og byrjaðu framleiðslu ávikavist á Gellingarkletti og í Flatnahaga oman fyri Havnina. Framleiðslan hjá Magn var tó bert royndarframleiðsla, sum ikki sæst aftur í samlaðu framleiðsluni. Myllurnar hjá Vindrøkt fóru undir framleiðslu í juli, og náddu í 2022 eina framleiðslu á 28,1 GWt, svarandi til 7% av samlaðu framleiðsluni í meginøkinum.

Tað hilnaðist eisini betur hjá vindfeløgum hjá SEV í 2022 í mun til árið frammanudan. Í Húsahaga vóru framleiddir 31,8 GWt og í Neshaga var úrslitið 11,3 GWt; í báðum førum er talan um betri úrslit enn í 2021.

“Tað gongur rætta vegin”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri.

“Ongantíð fyrr er so nógv varandi elorka framleidd í Føroyum, og tað er at fegnast um. Enn er tað vatnorkan, sum stendur fyri tí mesta, men útlit eru fyri væl meiri vindorku longu í ár, við tað, at elnetið fer at kunna taka ímóti størri nøgd av vindorku frá myllunum á Gellingarkletti seinni í ár, og somuleiðis fer Magn væntandi undir framleiðslu í Flatnahaga.”

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking