SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti

Miðlar og samskifti

Munagott samskifti er ein hornasteinur undir virkseminum hjá SEV. Tað tekur støði í virðisgrundarlagnum, sum byggir á virðisorðini: Samstarv, eldhugi og virðing.

Hesi virði skulu eyðkenna virksemið og starvsfólk hjá Sev, sum í samskiftinum bæði innanhýsis og mótvegis umheiminum meta góðan samstarvsanda sum eitt natúrligt grundarlag undir munagóðum samskifti. Eldhugað starvsfólk, sum vísa virðing fyri øðrum, hava í meira enn 70 ár borið elfelagið fram á leið, og hesi virði skulu síggjast aftur í samskiftinum hjá elfelagnum.

SEV krevur, at starvsfólk virka fyri opnum og ærligum samskifti, har trúvirði, rættleiki og skjótleiki eru lyklaorð. Starvsfólk hjá Sev vísa hvønn dag dirvi og áræði, og tey leggja nógv fyri at loysa allar uppgávur miðvíst og tvørfakliga. Soleiðis er eisini í samskiftinum, tí tað kann krevja dirvi og áræði at samskifta opið um trupul, viðkvom og torskild mál. Men tað skal gerast, og tí er munagott samskifti millum fremstu raðfestingar hjá elfelagnum, sum vil veita skjóta, góða og álítandi tænastu.

Fyrikomandi, vinarlig og hjálpsom starvsfólk mynda Elfelagið, sum samskiftir reiðiliga og skjótt. Sevhevur dagliga samband við nógvar ymsar málbólkar, og samskiftið skal geva eina neyva og rættvísa mynd av virkseminum hjá Sev og hugsanum felagsins. Allir brúkarar og aðrir málbólkar eru vælkomnir at seta seg í samband við Sev, sum altíð er sinnað at svara spurningum og veita góð ráð í ravmagns- og orkumálum.

Fjølmiðlarnir

Fjølmiðlarnir eru serstakur málbólkur. Teir eru fólksins umboð, og Sev svarar spurningum frá fjølmiðlum so skjótt og greitt, sum til ber.

Opni samskiftispolitikkurin hjá Sev ber við sær, at allar áheitanir frá fjølmiðlunum verða viðgjørdar og beindar víðari til nevndarformannin, stjóran, deildarstjórar ella aðrar ábyrgdarpersónar, sum hava ta vitan, fjølmiðlarnir sóknast eftir. Nevndarformaðurin svarar spurningum av yvirskipaðum, politiskum slagi.

Samband

Vit hjálpa tær við at finna fram til rætta persónin í Sev, ið kann greiða frá støðu okkara til teir spurningar, tú bert fram. Set teg í samband við okkum á sev@sev.fo, ella tlf. 34 68 00.


Tíðindi

Webcasts

Orðalisti

Orðalisti

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking