Eitt aðalmál hjá SEV er at tryggja samfelagnum elmegi og býta hana millum íbúgvar í Føroyum fyri samhaldsfastan prís og á burðardyggan hátt. SEV hevur ikki einans eina veitingartrygd, men eisini eina veitingarskyldu, soleiðis at SEV – árið runt – skal veita støðuga elorku út í hvønn krók í samfelagnum.
Fyri at loysa omanfyrinevndu uppgávu er neyðugt hjá SEV at viðgera persónsupplýsingar. Umframt omanfyrinevndu uppgávur, viðger SEV eisini ávísar persónsupplýsingar í sambandi við umsiting av stovninum, starvsfólkum, fakskipanum og heimasíðuni.
Persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, tá ið tað er neyðugt fyri, at SEV kann útinna sínar uppgávur sum kommunalur myndugleiki. Persónsupplýsingar um teg eru eitt nú partur av okkara málsviðgerð, tá ið tú boðar frá flyting, søkir um at binda í elnetið, tá vit senda tær rokning fyri elnýtslu o.a. Harafturat verða upplýsingarnar viðgjørdar fyri at fáa málsviðgerðina skynsama og skjóta. Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri almennar myndugleikar. SEV skal eisini fylgja hesum reglum. SEV skrásetur allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.