Vindmyllulund í Porkerishaganum

Vindmyllulund í Porkerishaganum

7 Enercon vindmyllur á tilsamans 6,3 MW í haganum uppi yvir Porkeri í Suðuroy

Vindmyllulundin varð reist í 2020 og fór undir royndarkoyring í november 2020. 11. februar 2021 var vindmyllulundin formliga yvirtikin og fór undir regluligan rakstur.

Partur av hesi verkætlan er battarískipan og synkronkompensator. Hesi skulu vera við til at javna elorkuna, ið fingin verður til høldar frá vindmyllunum, og harvið tryggja, at vit varðveita veitingartrygdina í økinum. Battarískipan og synkronkompensator verða tó ikki sett upp og verksett fyrrenn annað hálvár 2021.

Battarískipanin í Porkeri verður serstøk við tað, at hon hevur eins stóran mátt og vindmyllulundin sjálv. Endamálið við battarískipanini og synkronkompensatorinum er fyrst og fremst at javna vindin, sum fer út á netið, men støddin á battarískipanini merkir, at hon viðhvørt eisini kann virka sum tiltaksverk í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking