SEV   /   Um okkum   /   Grøna kósin   /   Sólorka

Sólorka

Sólorka

Sól í Sumba

Sólorkulundin í Sumba er tvey ára royndarverkætlan við sólpanelum, sum eru staðsett á helvtini av gamla fótbóltsvøllinum á Krossinum í Sumba. Sólorkulundin varð tikin í nýtslu 5. desember 2019, tá borgarstjórin Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba, tendraði skipanina.

Verkætlanin skal umframt at kanna, hvussu sólorkuframleiðsla roynist í Føroyum, eisini vísa, hvussu sólpanel hátta sær í føroyska veðurlagnum, og hvussu væl tey tola veður og vind. Partur av verkætlanini er somuleiðis ein mátistøð, sum mátar vind, vætu, ætt, hita og sólstráling.

Metingarnar siga, at sólorkuskipanin í Sumba hevur møguleika at framleiða 160 MWt av streymi árliga. Hettar svarar til tørvin hjá uml. 32 húskjum. Verður sólorka partur av orkusamansetingini í Suðuroy saman við vatnorkuni og oljuni á Vágsverkinum, kann hon spara Vágsverkinum uml. 35 tons av olju.

Fylg við sólorkuframleiðsluni her.

Higartil hevur sólorkulundin roynst væl. Eingir stórvegis skaðar hava staðist av harðbalna veðurlagnum á staðnum, og framleiðslan hevur verið hægri enn áður mett.

Sum sæst á myndini omanfyri, vóru bestu mánaðirnir til sólorkuframleiðslu í 2020 ikki óvæntað mai, juni og juli, tá framleiðslan náddi ávikavist 31, 32 og 32,5 MWt.

Hví sólorku?

Í strembanini eftir at náa málinum um 100% burðardygga elorku á landi í 2030 er neyðugt at finna røttu samansetingin av orkukeldum. Framleiðslan av vindorku og vatnorku í Føroyum minkar munandi í summarmánaðunum, og tá er neyðugt at hava aðrar orkukeldur eisini.

Í summarhálvuni hava vit í Føroyum nógvar tímar við dagsljósi og/ella sól. Tí verður mett, at møguleiki er fyri at kunna vinna elorku úr sól og dagsljósi, tá ið lítið er av vindi og regni.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking