Sjóvarfalsorkuverkætlanin er ein tvey-ára royndarverkætlan, sum fevnir um tveir 'drekar', sum eru festir í botnin, og sum ferðast rundan um hetta botnfestið í einum áttatali. Fyribils er bert annar drekin settur út, og hevur fingið navnið Havfrúgvin.
Fyrimunir við sjóvarfalsorku eru millum annað, at sjóvarfallið er forsøgið og ikki tongt at veðurlíkindum og eins óstøðugt og t.d. vindorka, vatnorka og sólorka. Harumframt hevur sjóvarfalsorkutøknin sera lítið náttúruinntriv við sær, og als einki sjónligt árin á náttúruna.
Sjókaðalin, sum leiðir elorkuna, kemur upp á land á Oyrargjógv, har ein fyribils transformarastøð er sett upp til at taka ímóti framleiddu elorkuni.
Minesto hevur ment slóðbrótandi tøkni at vinna el úr sjóvarfalsorku, har rákið er lítið. Við einum sloðbrótandi og patenteraðum prinsippi líkt einum dreka, sum flýgur í vindinum, framleiðir Deep Green-tøknin hjá Minesto elorku í støðum við lítlum ráki og úr havstreymi.
Fyrsta desember 2020 komu fyrstu kWt úr sjóvarfalsorku inn á føroyska elnetið.