Kósin er sett móti málinum um 100% burðardygga elorku á landi.
Men hvussu náa vit málinum? Hvørjar útbyggingar skulu gerast, hvussu stórar skulu tær vera, nær skulu tær gerast, og hvar skulu tær gerast?
Varðagøtan vísir, hvussu vit á skilabestan hátt náa málinum um burðardygga elorku. Varðagøtan, sum er ein útbyggingarætlan, verður dagførd regluliga, og fyrilit verður tikið fyri nýggjum tøkniligum loysnum, kostnaðarmetingum v.m.
Útbyggingarætlanin fevnir m.a. um
Sum sæst, er sjóvarfalsorka enn ikki partur av varðagøtuni. Tá royndarverkætlanin í Vestmannasundi er av, vita vit betur, um og hvønn leiklut hon skal hava í útbyggingarætlanini.