Sjóvarfalsorkuverkætlanin er ein royndarverkætlan, sum fevnir um 'drekar', sum eru festir í botnin, og sum ferðast rundan um hetta botnfestið í einum áttatali. Fyrstu drekarnir, sum verða royndarkoyrdir í Vestmannasundi hava fingið nøvnini Havfrúgvin, Drekin og Íðunn.
Fyrimunir við sjóvarfalsorku eru millum annað, at sjóvarfallið er forsøgið og ikki tongt at veðurlíkindum og eins óstøðugt sum t.d. vindorka, vatnorka og sólorka. Harumframt hevur sjóvarfalsorkutøknin sera lítið náttúruinntriv við sær, og als einki sjónligt árin á náttúruna.
Sjókaðalin, sum leiðir elorkuna, kemur upp á land á Oyrargjógv, har ein fyribils transformarastøð er sett upp til at taka ímóti framleiddu elorkuni.
Minesto hevur ment slóðbrótandi tøkni at vinna el úr sjóvarfalsorku, har rákið er lítið. Við einum sloðbrótandi og patenteraðum prinsippi líkt einum dreka, sum flýgur í vindinum, framleiðir Deep Green-tøknin hjá Minesto elorku í støðum við lítlum ráki og úr havstreymi.
1. desember 2020 komu fyrstu kWt úr sjóvarfalsorku inn á føroyska elnetið.
Royndarverkætlanin fevnir eisini um at finna besta snið til orkuverkini (drekarnar), og Minesto arbeiðir tí støðugt við at dagføra snið og funktiónir.
Nýggjasta sniðið 'Dragon 4' hevur eitt nakað øðrvísi snið enn tann fyrsti drekin hevði.
Í sambandi við verkætlanina er verkætlanarøkið í Vestmannasundi friðað. Hetta merkir, at mælt verður frá at sigla, fiska og kava í verkætlanarøkinum. Vandi er fyri skaða á fiskireiðskapin og/ella drekarnar.